Tiltakið byrjar kl. 14.30 við fylgjandi skrá:
Hanna Olsen, leiðari, bjóðar vælkomin
Hans Mourits Foldbo, formaður í Mentanarnevndini, heldur røðu
Sigrun Gunnarsdóttir, listafólk, greiðir frá verkætlanini
Opið verður annars til kl. 17.00, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Kaffi/the og annað gott verður at fáa.
Myndir
Avdúking av málningum í Frítíðarheiminum
Nógv fólk var á Frítíðarheiminum í Leirvík seinnapartin í dag, í samband við at nýggj listprýðing varð avdúkað. Sigrun Gunnarsdóttir hevur mála fleiri málningar, sum nú prýða um umstøðurnar hjá børnunum á Frítíðarheiminum. Hanna Olsen, leiðari á Frítíðarheiminum, bjóðaði vælkomin; Hans Mourits Foldbo, form. í Mentanarnevndini, helt røðu og Sigrun greiddi frá um málningarnar
Video
Listprýðing av Fríðtíðarheiminum á Gásamýra í Leirvík

Hanna Olsen, leiðari - Hans Mourits Foldbo, formaður í mentanarnevndini og Sigrun Gunnarsdóttir halda røðu.