Í tveimum smáum stovum í nýggja umlættingar- og rehabiliteringsdeplinum í Hoyvík hanga málningar hjá Sigrun Gunnardóttir. Í aðrari eru vit boðin við inn í ein køk, sum kanska býr eitt sindur afturi í tíð, har omman situr og bindur meðan abbin situr við talvborðið. Í hinari stovuni síggja vit føroyska náttúru.
Og tað er ikki av tilvild, at júst hesi evni eru vald til málningarnar á veggjunum her, sigur Sigrun.
– Eg ímyndi mær, at tey fólk, sum koma her til umlætting ella endurvenjing kanska eru fólk, sum ikki koma so nógv út, og tí vil eg fegin geva teimum eitt upplivilsi, tey kanska ikki høvdu fingið annars.
Source: KVF